tematúrar 2016

14
Tematúrar 2016 - Frítíðin byrjar umborð

Upload: smyril-line-fo

Post on 25-Jul-2016

260 views

Category:

Documents


3 download

DESCRIPTION

Í hesum faldara hava vit samlað allar okkara tematúrar í 2016.

TRANSCRIPT

Page 1: Tematúrar 2016

Tematúrar2016 - Frítíðin byrjar umborð

Page 2: Tematúrar 2016

Busstúrur til Prag

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

NÝTT

Prag er ein einastandandi vakur og elligamal býur - á hesi ferð fert tú uttan iva at uppliva býin sum eina labyrint við smáum handilsgøtum, sølubúðum, kirkjum og portrum inn til hendingarrík garðumhvørvi.

Sum perlur á einum snóri liggja liggja spennandi mat- stovur, barrir og vertshús á gøtuhornunum og á torvpláss- unum í Prag. Ljósið frá tigulsteintekjunum seta við sólsetur “eld” í litføgru litirnar í býnum. Tað er ikki uttan orsøk at Prag hevur fingið navnið Tann Gylti Býurin. Um Prag kann sigast, at hetta er ein av mentanarmið- deplinum í Evropa. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggju-kantinum í Havn til Prag og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu fara einsamøll, sum pør ella við vinfólki. Vit bjóða skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað hann hevur at bjóða.

Vit gista á Hotel AXA***, sum er eitt nýumvælt trýstjørnað gistingarhús í nýggja býarpartinum, les meira um hotellið her. Við einum støðgi í sporvogni liggur Republik plássið, har Krúttornið, Fólksins hús, Palladium liggja. Hesar dagarnar fara vit eitt nú at vitja gamla býarpartin, Fólksins Hús, Strahov Klostur, sum er katólska embæti hjá teimum kongaligu, og er hetta eitt av teimum elstu í heimi-num, vit fara við báti á Moldau ánni, har vit fáa serverað buffet og annað gott. Vit vitja Gula Marknaðin, sum er eftir- gerð av merkjavørum, og til seinast fara vit til Theresien-stadt, sum er ein skansi frá 1790, har partur av skansanum varð brúktur til 150.000 jødar til jødiska gjøgnumfarslegu. Summarið í Prag byrjar av álvara í juni, júst tá hesin túrúin er, og tí kann væntast gott summarveður hesar dagar. Hitastigini í juni liggja millum 20-22 hitastig.

2

Page 3: Tematúrar 2016

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

SUNNUDAGUR 12. JUNI 2016Fráferð Tórshavn kl. 23.30

MÁNADAGUR 13. JUNI 2016Kunnandi fundur um túrin kl. 14.00

TÝSDAGUR 14. JUNIKoma til Hirtshals kl. 09.30.

• Koyrt verður víðari móti Hannover, har gist verður á Hotel Wyndham Hannover AtriumMIKUDAGUR 15. JUNI 2016Koma til Prag, hentar upplýsingar, kvøldarmáltíð

• Hotel AXA*** www.axa-hotel.cz, nýumvælt trýstjørnað gistingarhús í nýggja býarpartinum • (Nove Mesto) í miðbýnum - við 1 støðgi, við sporvogni til Republik plássið (Krúttornið, Fólksins hús, Palladium, keypsskáli), tríggir støðgir til Vaclavplássið (handils og náttarlív). 5 min. til gongu til Rep.plássið, 15 min til Ráðhúsplássið. Gistingarhúsið er í handilsgøtuni. Tað eru svimjihylur og venjingarhøll í húsinum fyri eitt eyka gjald. Gistingarhúsið er í 30 ára sniði. Bussskýli er 3 min. til gongu frá gistingarhúsinum.

SkráBusstúrur til Prag12. juni - 22 juni

FerðaskráSí dagførda skrá á heimasíðu okkara www.smyrilline.fo/tematurar

12.-22. JUNI

ÍROKNAÐ PRÍSIN:Sigling Tórshavn - Hirtshals og aftur

Gisting umborð:Tá tvey vaksin ferðast saman: í 2-koyggjukamari umborð og dupultkamari á hotellunumTá 1 vaksin ferðast: í deildum 4-koyggjukamari umborð og á einakamari á hotellunum

Gisting á hotel allar dagarnar í Týsklandi og Kekkia við morgunmatiBussferð úr Hirtshals til Prag og aftur

Prísur fyri hvønn tá tvey ferðast saman, úr................. 8.590

Vit vitja m.a. klostur, Fólksins

hús, Moldau ánna, Theresien-

stadt og gula marknaðin

3

Page 4: Tematúrar 2016

Busstúrur til Berlin

Aftur í ár skipa vit fyri busstúri til Berlin. Tvey tey seinastu árini hevur túrurin verið útseldur, og sera vældámdur av ferðafólkunum, ið vóru við á ferðini.

Um Berlin kann sigast, at hetta er ein av mentanarmiðdepli-num í heiminum. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukan-tinum í Havn til Berlin og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu fara einsamøll, sum pør ella við vinfólki. Vit bjóða skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað hann hevur at bjóða.

Aftaná múrurin fall, er Berlin vorðin ein av framkom- nastu býunum í Evropa við fjøltáttaðum mentanarlívi. Vit fara m.a. at vitja fangaleguna »Sachenhausen« Berlin Unterwelten, og Hohenschöenhausen, ið var ein býarpartur í Berlin frá 1985 til 2001, og ikki minst Potsdammerplatz, sum var miðpunktið í Evropa í fyrru helvt av 20. øld.

Túrurin er í august, tá veðrið plagar at vera av tí besta til eina stór býar feriu, har lotið er lýtt, við umleið 20-25 hita- stigum.

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

ÍROKNAÐ PRÍSIN:Ferð til Danmarkar og aftur

3 x morgunmatur umborð

Bussferð til Berlin og aftur

Gisting á leiðini til og úr Berlin

Gisting í Berlin

Prísur fyri hvønn tá tvey ferðast saman, úr.......... 8.390

4

Page 5: Tematúrar 2016

14.-24. AUGUST

FERÐASKRÁ

14. august Fara av Havnini kl. 21 til Hirtshals.15. august Sigla allan dagin.16. august Koma til Hirtshals og koyra beinleiðis í bussi til Berlin, hagar vit koma um kvøldið. Gist verður á stásiliga Berlin Mark Hotel.17. august Kl. 09.00 - 13.00 fara vit á Potsdamer Platz, sum í 20’unum og 30’unum var eitt av kykastu støðunum í Evropa við undirhaldi, kaffistovum og nógvari ferðslu. Síðani múrur- in fall, er staðið livnað uppaftur og vorðið nýmótans miðdepil við handlum og undirhaldi. 18. august Kl. 08.30 - 13.00. Rundtúr í býnum við ferðaleiðara. Seinnapartin kunnu tit sjálvi fara runt í býnum, har huginum lystir.19. august Hava frí um dagin, og avgera sjálvi hvat fyriferst hendan dagin. Kl. 19.30 fara vit til Star in Concert, sum er

ein “kopi konsert” við kendum kunstnarum so sum Elvis, Blues Brothers og Tina Turner.20. august Hava frí um dagin, og avgera sjálvi hvat fyriferst hendan dagin. 21. august Vit vitja dómkirkjuna, og fara síðani at vitja fongslið í Hohenschöenhausen kl. 13.00-14.30.22. august Vit tjekka út úr hotellinum, og fara til Sachsenhausen, ið var ein arbeiðslega í nazi-týsklandi, har m.a. kenda slagorðið “Arbeit macht frei” er skrivað á portrinum til inngongdina. Síðani koyra vit í bussi til Flensborg og eru har umleið kl. 17. Túrurin tekur áleið 4 tímar. Vit yvirnátta í Flensborg.23. august Koma á havnina í Hirtshals og fara umborð á Norrönu. 24. august Koma til Tórshavn kl. 17.30

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

Prísur fyri hvønn tá tvey ferðast saman, úr.......... 8.390

5

Page 6: Tematúrar 2016

Umborð á Norrönu verður lív í longu frá tí hon leggur frá bryggjukantinum í Havnini. Vit fara at hava nógvar hugna- løtur saman við sangi og harmoniku. M.a. fara Niels Jacob Nielsen av Strondum og Mortan hjá Andriasi at hugleiða. Eisini verður ein sera áhugaverd frágreiðing “Í fongsli hjá Ceaușescu – Útróðrarmaður í Føroyum”, har Doru Tiberiu á Torvlaðnum greiðir frá lívi sínum.

Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit fara á busstúr til bygdina Fáskrúðsfjarðar, sum liggur stutt sunnanfyri Seyðisfjørð og hevur ríka fiskivinnusøgu. Vit vitja eisini á elstu telegrafstøðini í Íslandi og á tí tekniska savninum. Áðrenn útferðina til Egilstaðir, fara vit í kirkju í Seyðisfirði. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi. Morgunmatarbuffet er íroknað øllum túrinum, og ein stór kvøldarbuffet mánakvøldið er eisini við.

Sjómannatúrur til Íslands

Fyri hvønn, úr

2.490tá 2 vaksin

ferðast saman

ÍROKNAÐ PRÍSINCruise á leiðini Tórshavn - Seyðisfjørður og aftur

3 x morgunmatur buffet

1 x kvøldarbuffet (mánakvøld kl. 18.00)

Fyrilestrar

Busstúrar í Íslandi

Atgongd og frokost á franska sjúkrahúsinum

Atgongd til Randulff Sjóhús

Atgongd til EL-verkið á Seyðisfirði

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

Hugnaløtur

við sangi og

harmoniku

Prísur fyri hvønn tá tvey ferðast saman, úr........2.490

6

Page 7: Tematúrar 2016

28.-31. MARS

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

FERÐASKRÁ

28. mars Fara av Havnini kl. 14 til Íslands29. mars Koma til Íslands og koyra beinleiðis til Fáskrúðsfjørð har vitjað verður á fronskum sjúkrahúsi ið er sett í upprunastand. Bygningurin verður eisini nýttur sum gisting- arhús, eins og nútíðarmatstova eisini er á staðnum. Ábit á L’Abri, ið er matstovan á savninum/gistingarhúsinum. Koyrt verður til Eskifjørð har vit vitja “Randulffssjóhús”. Hetta er ein bygningur ið norðmaðurin Peter Randulff lat byggja í 1890 í sambandi við sildaveiðu inni á firðunum. Nú á døgum telist hetta millum mest áhugaverdu søvn á Eystur landinum, og verður hetta ofta millum manna

nevnt “Tað norska savnið”. Vit koyra aftur móti Seyðisfirði. ið tekur umleið ein tíma

30. mars Vitjað verður á gamla el-verkinum á Seyðis- firði. Verkið sum bleiv tikið í brúk 18. okto ber í 1913 er tað elsta av sínum slag í Íslandi og kundi tað tá í tíðini framleiða so mikið av streymi, at tað var nokk til at forsýna allari bygdini. Verkið er væl varðveitt og telist nú millum mest áhugaverdu søvn har um leiðir. Seinni verður útferð til Egisstaðir, har tit gera sum tykkum lystir.31. mars Koma til Tórshavn kl. 15.00 Umframt hetta verður gott undirhald, fyrilestrar og felagssangur við sangi og har moniku á øllum túrinum.

7

Page 8: Tematúrar 2016

Kvæðacruise til Danmarkar

Vit fara uppá gólv umborð á Norrönu í august, tá Kvæða- túrurin aftur er á skránni.

Ferðin gongur til Danmarkar og umborð eru kvæðini og kvæðamentan í miðdeplinum. Dansurin gongur sum vant um alt skipið. Tað fær ikki verið øðrvísi, tá so nógv dansi- fólk er savnað á einum stað.

Vit fara eisini inn í kvæðini og skipa m.a. fyri fyrilestrum og hug leið ing um um søgurnar í kvæðunum og kvæðamentan

annars. Á túrinum verður eisini spurnarkapping í tveimum umførum.

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

Tema á túrinum verður:

›› Danskar fólkavísur og danskar fólkavísur í føroyskum dansi›› Tvær vísur verða umrøddar og kvødnar›› Eitt føroyskt kvæði›› Fyrilestur um kvæðið og so verður kvøðið›› Spurnarkapping - Innleiðandi umfør og finaluumfar

8

Page 9: Tematúrar 2016

Cruise til Danmarkar og afturGisting: 1 vaksin: Koyggja í deildum 4-koyggju- kamari u/vindeyga 2 vaksin: í 2-koyggjukamari3 x morgunmatarbuffet

21.-24. AUGUST

Fyri hvønn tá tvey ferðast saman, úr.............. 1.595

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

ÍROKNAÐ PRÍSIN

SkráKvæðacruise21. - 22. augustEndalig

skrá fyri kvæðatúrin kemur

á heimasíðu okkara, tá hon

er tøk.

9

Page 10: Tematúrar 2016

Tað, at koma umborð á Norrönu og spæla sjavs, er vorðin ein fastur táttur hjá sjavsentusiastum. Kappingin verður í kafe teriuni á 5. dekki, har vinningarnir eru nógvir og góðir.

Men, sjálvt tann skrappasti sjavsspælarin hevur brúk fyri ein um steðgi av og á. Í ár fara vit avstað á hásumri til Dan-markar, ferðafólkini eru sera mong í tali og hvør sólstólur á dekkinum er upptikin av ferðafólki, sum njóta útsýnið yvir Atlantshavið.

Ynskir tú okkurt leskiligt, eru barrirnar og café’irnar um-borð til reiðar at bjóða tær vælkomnum inn til okkurt gott. Bíleggur tú matin áðrenn fráferð kanst tú spara upp í 23%.

Ynskir tú at royna eitt av okkara nýggjastu kømrum, sært tú hesar møguleikar niðanfyri.par upp í 23%. Ferðin skal gjaldast við bílegging.

Prísur fyri hvønn úr........... 1.390

Sjavstúrur til Danmarkar

Hugnaløtur

við sangi og

harmoniku

Endalig skrá

fyri kvæðatúrin

kemur á heima-

síðu okkara, tá hon er tøk.

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

ÍROKNAÐ PRÍSIN›› Cruise til Danmarkar og aftur í deildum 4-koyggjukamari u/vindeyga

10

Page 11: Tematúrar 2016

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

12.-15. JUNI

11

Page 12: Tematúrar 2016

Harmonikutúrurtil Danmarkar

Tað verður farið á gamlar slóðir aftur, har tað er harmon-ikan, og bert harmonikan, sum leggur dagsordan frá 09. til 12. juni.

Hevur tú verið harmonikutúr við Norrönu, so hevur tú ivaleyst verið við á fleiri túrum og ætlar tær við aftur í ár til Danmarkar. Hesir túrar eru so vælumtóktir, at vit, ár um ár, kenna somu andlitini aftur.

Men, hví ikki? Sjáldan er lagið so gott umborð sum hesar dagarnar, tá harmonikutónar ljóma á hvørjum horni og dansurin gongur lystiliga.

Ein ørgrynna av slagarum eru at hoyra og nógv verður sungið við, tá harmonikan setur dagsskránna, antin tað er í Saga Café, Naust ella Sky Bar.

Prísur fyri hvønn úr........... 1.790

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

ÍROKNAÐ PRÍSINCruise til Danmarkar og aftur í 4-koyggjukamari u/vindeyga ella couchetturúmi íroknað seingjarklæðir3 x morgunmatarbuffet

Endalig skrá

fyri kvæðatúrin

kemur á heima-

síðu okkara, tá hon er tøk.

12

Page 13: Tematúrar 2016

RING OG BÍLEGG Á TELEFON 34 59 00

9.-12. JUNI

13

Page 14: Tematúrar 2016

Smyril Line | Yviri við Strond 1 | Postbox 370 | 110 Tórshavn, FøroyarTel. 34 59 00 | Fax 34 59 01 | [email protected] | www.smyrilline.fo

Bílegg á netinum ella ring 34 59 00